Ráðgeving um inniklima

Í samstarvi við Teknologisk Institut og Steingrund Aukustik bjóðar LBF tekniska og praktiska ráðgeving um inniumhvørvi. Fleiri viðurskifti hava árin á trivnaðin inni, og størstu ávirkanina hava luft, ljós og ljóð.


Við nýggja samstarvinum kunnu vit kanna bygningar og hús út í æsir og á tann hátt staðfesta, hvar ábøtur eiga at gerast. Royndir verða gjørdar av ljóði, luft og møguligum soppavøksturi alt eftir, hvørjir trupulleikarnir eru.

Fyri tykkum sum viðskiftafólk merkir samstarvið, at tann ofta tekniska og torgreidda tilgongdin kann loysast á einum og sama stað. 

Vit bjóða eitt fullkomið yvirlit yvir, hvussu bøtast kann um trupulleikarnar, og bjóða somuleiðis projektleiðslu, ið fylgir arbeiðinum heilt frá forkanning til góðskutryggjaða avhending.
 

Inniklimakanningarnar verða útintar eftir leistinum lýstar DS 3033, ið júst er utkomin. DS 3033, ið hevur heitið "Frivillig klassifikation af indeklimaets kvalitet i boliger, skoler, daginstitutioner og kontorer" er ein normur, sum eftir ætlan skal verða grundarsteinurin undir eini skipan, ið lýsir góðskuna í inniumhvørvinum. 

 

LBF hevur gjørt íløgur í tól, ið kunnu máta øll viðurskiftir, sum er kravd í DS 3033, samstundis sum starvsfólk hava nomið sær eftirútbúgving innan økið.

Undir heitinum Inniklima.fo hevur LBF samlað tey bestu ráðgevandi virkini innan luft, ljós og ljóð á einum stað, soleiðis at kundin nú kann fáa ráðgev

Eldri kunning Eldri kunning